tirsdag den 4. september 2012

GPS-renning 19 sep 2012


Rør teg, nýt vit og skil -- og tøkni

Finn postar við GPS-ara ella smart-phone

Í sambandi við mentunardagarnar skipar Skótaliðið Knúkur fyri GPS-renning.

Tað ræður um at at finna nakrar postar við hjálp av GPS-ara.

Nakrir GPS-arar eru, sum kunnu lænast, men annars verða positiónirnar uppgivnar, so ein sjálvur kan lesa tær inn í sín egna GPS-ara. Um ein hevur eina smart-phone, við einum hóskandi app-i, kann hon eisini nýtast. Vitja www.knukur.blogspot.com har link eru til GPS-app til smart-phone.

Túrurin verður einar 4-5 km langur í haga.

Møtt verður í skótahúsinum á Oyri tann 19. sep 2012 kl 17.30