torsdag den 1. december 2011

Jólafundurin verður mikudagin 7. december

Jólafundurin hjá skótunum verður mikudagin 7. dec 2011 kl 17 í skótahúsinum á Oyri.

Eingin fundur er mánadagin 5. dec.

Á jólafundinum fara vit at hugna okkum við onkrum jólaligum og smáum kappingum.

Vit síggjast,

Leiðararnir

mandag den 7. november 2011

AVLÝST Lega 11-12 nov á Selatrað

Av tí, at skótarnir vóru upptiknir av øðrum hetta vikuskiftið, er legan fyribils avlýst. Vit royna helst í januar 2012 í staðin.
---

Vit fara á legu á Skótadeplinum á Selatrað fríggjakvøldið 11. nov 2010 og koma heim aftur leygardagin 12. nov. Meðan vit eru burtur fara vit at fáast við ymiskt skótavirksemi.
  • Vit møta fríggjakvøldið kl 19.30 á Selatrað og børnini kunnu avheintast leygardagin 27. nov kl 15, tá vit enda.
  • Viðføri: Soviposi, liggiundirlag, 2 sett av skiftiklæðum (ikki meira), tannbust og eitt lítið handklæð, regnklæði, húgvu og vøttir, lummalykt við nýggjum battaríum, góð útiklæðir, gott skótoy. 
  • Verið í skóm, sum eru góðir at ganga í og latið tykkum í eftir veðrinum. Møtt verður í búna (um tit hava ein).
  • Kostnaðurin er 200 kr til mat og innivist v.m., sum verður goldið fríggjakvøldið, tá ið tit koma.
  • Sigið frá luttøku við at senda SMS har tað stendur "Skótalega" og tykkara navn til fartlf 212217.
Og sjálvt um tit fáa mat og drekka, so kann tað vera eitt gott hugskot at hava eina matpakka við til fríggjakvøldið.

Vit síggjast!

Við skótakvøðu leiðararnir

Úr fjøruni á Selatrað í november 2010

Skótafundurin 7. nov 2011


.Vit byrjaðu við skótasanginum.
.Í kvøld tosaðu vit fyrst um hvat tað er at vera skóti. Leiðarin fortaldi um Baden-Powell, sum stovnaði skótarørsluna. Fyrsta skótalegan var á Brownsea Island. Fyri at gerast skóti, gevur ein skótalyftið og lovar at fylgja skótalógini.
Tekning av fyrstu skótaleguni á Brownsea Island

.Síðani heildu vit fram við fyrstuhjálp. Vit vóru í trimum bólkum og gjørdu rollispøl um fyrstuhjálp. Tað var nokso stuttligt.
.Vit endaðu við skótabønini.

mandag den 3. oktober 2011

Skótafundurin 3. oktober 2011

Í kvøld høvdu vit eina uppgávukapping.
Uppgávurnar vóru hesar (her eru eisini myndir av summum av uppgávunum)

1. Ein knútaframsýning við 5 ymiskum knútum
2. Ein plantuframsýning við 4 ymiskum plantum


3. Ein morsekoda við minst 20 bókstavum

4. Eitt kimspæl við 20 lutum

5. Ein flaggheysimaskina, ið heysar eitt flagg við áarmegi
Másin roynir flaggheysimaskinuna

Falkur roynir flaggheysimaskinuna

Vit loystu allar uppgávurnar og fingu stig, sum blivu skrivaði uppá talvuna. Úrslitið sæst niðanfyri: fyrst stendur hvussu nógv patruljan í mesta lagi kundi fáa, síðani standa stigini hjá Falki og stigini hjá Másanum.


Vit endaðu fundin við Faðirvár og Skótabønini.

tirsdag den 30. august 2011

Skótafundurin 29. august 2011


Í kvøld vóru vit: Rógvi, Niklas, Sonja, Anna, Rebekka, Teresa, Sára, Rói og Vár.

.Vit byrjaðu við skótasanginum.
.Í kvøld skuldu vit byggja ein brúgv. Fyrst vísti leiðarin okkum hvussu hann fyristillaði sær at brúgvin skuldi gerast. 


.Síðani fóru vit niðan til ánna við raftum og togi, fyri at gera tveir A-bukkar. Men tá ið ið høvdu surrað eina løtu, fór at regna. Leiðararnir krokaðu eina løtu, men tá ið tað bleiv við at regna, fóru vit øll út alíkavæl.
.Tá ið vit høvdu gjørt A-bukkarnar, bóru vit teir uppá pláss og skuldu reisa teir, men tað gekst ikki so væl, so vit settu bert ein upp, sum vit bundu fast í tveir stórar steinra. Vit mugu gera brúnna lidna næstu ferð.
.Til endans fóru vit rennvát omanaftur í skótahúsið og endaðu við skótabønini.

Skótafundurin 22. august 2011


Hetta var fyrsti skótafundurin í nýggja skótaárinum, so tað var spennandi hvussu nógv fóru at koma. Í kvøld vóru vit: Maria, Rógvi, Niklas, Sonja, Anna, Rebekka, Teresa, Sára, Marjus, Rói og Vár.

.Vit byrjaðu við skótasanginum.
.Síðani spældu vit eitt navnaspæl, so vit kundu læra nøvnini hjá hvør øðrum væl. (Vit kendu øll hvønn annan, men leiðararnir vóru ikki so innalaga, so teir høvdu brúk fyri navnaspælinum!)
.Aftaná fóru vit niðan í ánna har vit á trimum postum lærdu
okkum at binda rættan knút og flaggknút, kastaðu reip, og spældu kimspæl.
.Til seinast fóru vit omanaftur í skótahúsið og endaðu við skótabønini.

onsdag den 17. august 2011

Skótarnir byrja mánakvøldið 22. aug kl 17

Skótarnir byrja aftur mánakvøldið 22. august kl 17.00 í skótahúsinum á Oyri.
Øll børn í 5. – 7. flokki eru vælkomin.
Eisini tey, ið ikki hava verið úlvar ella skótar fyrr.
Vit síggjast,
Leiðararnir

onsdag den 20. april 2011

Skótaárið er endað

Skótafundirnir eru lidnir fyri veturin 2010/2011. Byrjað verður aftur til heystar. Einans flaggdagshaldið er eftir, tað verður 25. apríl við barnaskúlan á Oyrarbakka, sí annars hetta linkið:

http://sunda.fo/Default.aspx?pageid=14104&NewsItemID=10106

tirsdag den 22. marts 2011

Skótafundurin 22. mars 2011

Til skótafundin 22. mars vóru vit úr Másanum: PF Olivia, PH Beinir, umframt Djóni og Turid. Úr Falki vóru vit PF Magnus, PH Ari, umframt Niklas og Ebba.
.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin.
.Hetta kvøldið skuldu vit byggja eitt torn. Hvør patrulja bygdi sítt tórn. Tornini blivu sett tætt saman og so kundu vit leggja eina raft í millum tornini. Tað var eitt sindur tungt at arbeiða við raftunum, men eisini nokso spennandi.
Másin og Falkur á torninum

.Vit endaðu sum vanligt við skótabønini.

Skráin januar og februar 2011 - sum hon gjørdist

januar 2011
týs 4, pelastikk og morsing
týs 11, krossurring og morsing við ljósi
týs 18, kodur og torn
týs 25, kodur og knútar
februar 2011
týs 1, høgga og telgja
týs 8, tjald og bál
týs 15, kóka á báli
týs 22, hugsunardagur

tirsdag den 22. februar 2011

Skótafundurin 22. feb 2011

Í dag er hugsunardagur, ið er ein dagur har skótar um allan heim hugsa um hvønn annan.
.Vit byrjaðu við skótasanginum.
.Síðani hugnaðu vit okkum vit at syngja norðurlendskar skótasangir og spæla ymisk spøl.
.Aftaná fingu vit súpan og flute, sum leiðararnir høvdu riggað til.
.Vit passaðu sweat-shirt fyri at finna tað røttu støddina, tí vit fara at fáa okkum grønar sweat-shirts, at nýta, nú tað er so trupult at fáa hendur á ordiligum búnum.
.Til seinast fingu vit at vita, at vit skulu á legu 11-12 mars og at vit fáa tekningarseðilin næstu ferð. Vit endaðu við skótabønini

Skótafundurin 15. feb 2011

Á hesum fundinum lærdu vit okkum høvuðsættirnar
.Vit byrjaðu við skótasanginum
.Síðani hoyrdu vit um uppdagilsisreisandi, sum ferðaðust um havið og høvdu brúk fyri at vita hvar teir fóru.
.Vit lærdu okkum høvuðsættirnar og spældu eitt spæl, har vit skuldu fara ymsar vegir í skótahølinum alt eftir hvørja ætt leiðarin segði.
.Aftaná fóru vit út og funnu fettalið hjá okkum, tað vil siga hvussu nógv fet vit brúka fyri at ganga 100 metur.
.Til seinast fóru vit eina postarenning, har vit fingu at vita í hvørja ætt vit skuldu fara, og hvussu langt.
.Huff hah! hetta var ein tungur fundur við nógvum nýggjum! men tað verður spennandi at nýta hetta til eina ordiliga orientering.
.Vit endaðu við skótabønini.

Skótafundurin 8. feb 2011

Á hesum fundinum lærdu vit okkum at kynda bál
.Vit riggaðu okkum til við spønum, tunnum sprekum, eitt sindur tjúkri sprekum og brenni áðrenn vit fóru út í Stórá at kynda okkum bál.
. Í Stórá gjørdu vit okkum bálpláss úr trimum steinum og kyndu bálið millum steinarnar. Omaná steinarnar settu vit eina grýtu og hitaðu okkum kakao.
.Tað var lekkurt at vera úti. Sjálvt um tað var kalt, so var lívd í ánni og tá ið kakaoið var blivið heitt ornaðu vit aftur.
Másin við bálið. Kakaoið bleiv skjótt heitt.

Falkur við bálið. Kakaoið ornaði spakuliga. Til endans læntu vit eld frá Másanum.

.Vit endaðu við skótabønini.

Skótafundurin 1. feb 2011

Á hesum fundinum lærdu vit okkum ymisk sløg av báli og at høgga og telgja.
.Vit fingu tvey og tvey til uppgávu at seta okkum inn í ymisk sløg av báli, bálstøðum og hvussu eitt bál verður kynt. Síðani skuldu vit greiða frá fyri hv'r øðrum um tað vit høvdu sett okkum inn í.
.Aftaná lærdu vit trygdarreglurnar fyri at høgga við øks og at telgja. Trygdarreglurnar siga at tú skalt altíð høgga og telgja burturfrá tær, soleiðis at tú ikki kann koma til at raka teg sjálvan, og at áðrenn tú høggur ella telgir, skalt tú tryggja tær at tú ikki røkkur til nakran sum kann fáa skaða av tær.
.Síðani høgdu vit nakrar kubbar sundur og telgdu spønir, sum vit skulu brúka til bálkyndan á næsta skótafundi.
.Vit endaðu við skótabønini.

Skótafundurin 25. januar 2011

Á hesum skótafundinum lærdu vit okkum áttatalssurring
.Men fyrst spældu vit eitt spæl, har tað ráddi um at sita á eini raft við beinunum uppfrá, meðan man við einum stavi skuldi skumpa eitt turriklæð av einum stóli. Allir skótarnir og leiðararnir royndu, men einans trý kláraðu tað; hini duttu á gólv!
.Síðani lærdu vit okkum áttatalssurring og at gera ein trýfót.Fyrst royndu vit við bambuspinnum og bandi inni. Tað var nokso lætt. Síðani fóru vit út og bygdu ordiligar trýføtur úr tjúkkum raftum og við togi. Tað var eitt sindur torførari.
Másin við sínum trýfóti

Falkur við sínum trýfóti

.Vit endaðu við skótabønini.

søndag den 23. januar 2011

Skótafundurin 18. januar 2011

Á hesum skótafundinum lærdu vit okkum morsekodur.
.Men fyrst spældu vit 3d-twisters. Leiðarin segði til dømis: hond, øksl! So kuldu tveir skótar nerta hond og æksl saman. Síðani kom meira afturat. Tað var ikki so lætt, tá ið bæði hond og øksl, knæ og oyra skuldu nerta saman!
.Síðani fóru vit út til eina kodurenning. Vit skuldu finna 5 postar. Vit fingu at vita hvar tann fyrsti posturin var; har stóð ein koda, ið segði hvar tann næsti posturin var og so framvegis. Másin kom fyrst aftur og hevði funnið allar postarnar. Falkur kom eitt sindur seinni og hevði funnið 3 postar. Vit skuldu til dømis loysa eina kodu sum hesa:

ÆAOU NCP ÅZE PY ER YYAJ Y QPÆ UAT YFI  ÆUTPQ LVÅYO  RUOA ÆMØO ÅH N F 
(Sjálvljóð = prikkur; hjáljóð = strika)

.Vit endaðu við skótabønini.

Skótafundurin 11. januar 2011

.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin.
.Hetta kvøldið vændu vit okkum at gera krossurring, og vit fóru út at morsa við ljósi.

Krossurring
 
Falkur morsar við ljósi frá einum kyndli


Másin morsar við ljósi
Tað var ikki so lætt at morse við kyndli, tí ljósið blaktraði nokso illa, men tað var hugnaligt og spennandi at vera úti í kavanum og myrkrinum.
  
.Vit endaðu við skótabønini.

mandag den 10. januar 2011

Akkersknútur ella fisherman's bend

Akkersknútur verður, sum navnið sigur, nýttur at knýta eitt akker uppí ein enda. Men knúturin er eisini væl egnaður til at knýta aðrar lutir uppí eitt tog. Á enskum verður knúturin nevndur Fisherman's bend.

Á myndini sæst hvussu akkersknútur verður bundin


Á http://www.animatedknots.com/anchor/index.php sæst við livandi myndum hvussu knúturin verður bundin.

Akkersknútur er ein av knútunum í skótaroyndini.

tirsdag den 4. januar 2011

Skótafundurin 4. januar 2011

Til skótafundin 4. jan vóru vit úr Másanum: PF Olivia, Anna, Ólavur og Rebekka. Úr Falki vóru vit PF Magnus, PH Ari, umframt Rói, Niklas og Ebba.
.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin.
.Hetta kvøldið skuldu vit læra pelastikk eisini nevnt steyrabregd og at morsa.
.Men fyrst fóru vit út at spæla eitt spæl, ið kallaðist heksaketan. Øll stóðu í rundingi og hildu ordiliga fast í hondina hjá hvør øðrum. Mitt í rundinginum stóð ein trýfótur, sum tað ráddi um ikki at koppa. Tann ið koppaði trýfótin fór burturúr. Um ketan slitnaði fóru tey sum mistu burturúr. Hetta var stuttligt og vit spældu fleiri umfør.
.Aftaná lærdu vit okkum at binda pelastikk. Næstan øll dugdu hetta ordiliga væl.
.So fóru vit í holt við morseteknini. Tá ið vit høvdu lært eitt sindur um morsing, fingu vit eitt pappír við einum prikki sett fast frammanfyri og eitt pappír við einari striku á ryggin. Síðani skuldi patruljan stilla seg soleiðis at hon gjørdi tey morseteknini, sum leiðarin gav boð um. Tað var nokso ringt, men eisini skeg. Aftaná morsaði leiðarin nøkur orð til okkara, sum vit skuldu skriva niður.
Másin ger "-.-"

Falkur ger "K"
.Vit endaðu sum vanligt við skótabønini.

mandag den 3. januar 2011

Pelastikk

Pelastikk verður eisini nevnt steyrabregd. Pelastikk verður nýtt, tá ið eitt fast eyga skal gerast á endan á einum togi ella bandi.

Til dømis fyri at gera eina bukt á endan á kastireipinum, fyri at kunna smoyggja hana uppá hondina, áðrenn kastað verður. Ella tá ið eitthvørt skal knýtast uppí endan á einum togi ella bandi.

Á myndini sæst hvussu pelastikk verður bundið.
Pelastikk
Á http://www.youtube.com/watch?v=eiH_jWZwGfQ sæst við livandi myndum hvussu pelastikk verður bundið.

Pelastikk er ein av knútunum í skótaroyndini.