tirsdag den 4. september 2012

Smart-phone og GPS-renning


Smart-phone og GPS-renning

"GPS essentials" er ein fín app til GPS-posta renning. Innles eitt way-point við positiónini og vel "Compass".

Eitt gott ískoyti er at hava t.d. "Barcode scanner", so kanst tú skanna eina QR-kodu við positiónini, um ein tílík verður uppgivin!

Ella tú kanst sjálvur fyrireika teg við at gera QR-kodur við positiónini á við at brúka http://blog.qr4.nl/QR-Code-Geographic.aspx.

Góða eydnu!

GPS-renning 19 sep 2012


Rør teg, nýt vit og skil -- og tøkni

Finn postar við GPS-ara ella smart-phone

Í sambandi við mentunardagarnar skipar Skótaliðið Knúkur fyri GPS-renning.

Tað ræður um at at finna nakrar postar við hjálp av GPS-ara.

Nakrir GPS-arar eru, sum kunnu lænast, men annars verða positiónirnar uppgivnar, so ein sjálvur kan lesa tær inn í sín egna GPS-ara. Um ein hevur eina smart-phone, við einum hóskandi app-i, kann hon eisini nýtast. Vitja www.knukur.blogspot.com har link eru til GPS-app til smart-phone.

Túrurin verður einar 4-5 km langur í haga.

Møtt verður í skótahúsinum á Oyri tann 19. sep 2012 kl 17.30