mandag den 27. februar 2012

Lega í Kvívík 2-4 mars 2012


Góðu skótar og foreldur!

Vit fara á legu í Kvívík fríggjakvøldið 2. mars 2012 og koma heim aftur sunnudagin 4. mars.
Legan verður skipað sum ein patruljukapping, har kappast verður í legudugnaði, morsing, og øðrum skótavirksemi.

Vit møta fríggjakvøldið kl 20.00 í skótahúsinum í Kvívík, og legan endar sunnudagin kl 15.00, tá ið skótarnir kunnu avheintast í Kvívík.

Viðføri:
·         Soviposi,
·         liggiundirlag,
·         2 sett av skiftiklæðum (ikki meira),
·         tannbust og eitt lítið handklæð,
·         skaffigreiðir (1 djúpan tallerk, 1 krúss, knív, gaffil og skeið, og viskistykki, alt merkt við navni og í einum posa)
·         regnklæði,
·         húgvu og vøttir,
·         lummalykt við nýggjum battaríum,
·         góð útiklæðir,
·         gott skótoy.

Merkið alt viðføri við navni og telefonnr. Og syrg fyri at pakka alt viðføri í EINA tasku, soleiðis at ikki fleiri pjøkar eru at halda skil á.

Verið í skóm, sum eru góðir at ganga í og latið tykkum í eftir veðrinum. Møtt verður í búna ella tí grønu blusuni við skótamerkinum á.

Kostnaðurin er 200 kr til mat og innivist v.m., sum verður goldið fríggjakvøldið, tá ið tit koma á leguna. Tørvur er ikki á lummapengum, við tað at eingin handil er í Kvívík. Hvør skóti kann hava ein lítlan bommpakka við, men annars ynskja vit ikki, at tey hava slikkarí við á leguna. Vit syrgja fyri matinum, og eisini fyri at okkurt gott er at fáa.

Teknið tykkum til leguna við at senda eitt SMS har tað stendur "LEGA" og tykkara navn til fartelefon 212217 í seinasta lagi mikudagin 29. feb 2012 kl 20.00

Og sjálvt um tit fáa mat og drekka, so kann tað vera eitt gott hugskot at hava eina matpakka við til fríggjakvøldið.

Fylgið við á www.knukur.blogspot.com, har nýggjasta kunningin er at finna.

Vit síggjast!

Við skótakvøðu leiðararnir

mandag den 6. februar 2012

Búnin og uppmøting


Fundur er hvørt mánakvøld kl 17-18.30

Um tú ikki fært møtt, skal tú siga frá til leiðararnar.

Á fundinum verður møtt í búna við turriklæð. Við til búnan hoyrir eisini: slíðraknívur, knútaband, blýantur, notisbók og skótaálmanakki. Myrku tíðina er eisini gott við einum endurskinsbandi um ein arm ella ella um eitt bein. Ein lítil lummalykt, sum passar í lumman (!) kann vera hent.

Útiliv hoyrir við til skótafundirnar, so tú mást vera ílatin til at kunna fara út, hóast veðrið ikki er tað besta.

Tað er ikki so lætt at fáa hendur á nýggjum búnum fyri tiðina, men kanska tað ber til at fáa ein brúktan frá onkrum, sum hevur verið skóti. Vit hava fingið gjørt nakrar grønar sweat-shirts, ið kunnu nýtast til skótafundirnar. Tær kunnu keypast fyri 200 kr.