tirsdag den 30. november 2010

Liðlegan á Selatrað 26-27 nov 2010

Knúkur var á liðlegu á Selatrað um vikuskiftið. Øll vóru spent hvussu hetta fór at vera.
.Á leguni vóru hesir skótar og leiðarar við: Magnus, Ari, Rói, Niklas, Ebba, Katrin Poulina, Maria, Olivia, Beinir, Daniel, Rebekka, Anna, Ólavur og Rógvi. Leiðarar vóru Dávur og Fanny.
.Fríggjakvøldið tá ið vit komu, blivu vit býtt sundur í patruljur. Patruljurnar eru Másin og Falkur. Vit gjørdu patruljumerki, sum vit kunnu hava á búnanum. Aftaná fyrireikaðu vit skemt til legubálið og so skuldu vit út.
.Úti var kavi og kalt, men uppi við bálplássið høvdu leiðararnir kynt bál. Fyrst skuldu vit til eina kvøldrenning, har vit skuldu royna at fáa so nógvar lepar við stigum sum gjørligt. Aftaná sungu og hugnaðu vit okkum rundan um bálið og høvdu leikir, skemt, sangir og róp. Vit endaðu kvøldið við Skótabønini, men tá ið vit komu inn fingu vit kakao og køku.
.Tað gekk leingi at sovna, alt var spennandi og øðrvísi...
.Leygardagurin byrjaði ikki so hart. Vit fingu tíð at vakna, rigga okkum og ótu so morgunmat (havragreyt og bollar) og ruddaðu. Enn var myrkt úti, men so samlaðust vit øll í salinum til morgunlestur
.Leygardagin skuldu vit annars gera eina kavablakskastimaskinu og nøkur skuldu fara í plantaguna at finna tilfar til eitt lítið patruljuflagg, ið vit skuldu gera til minnis um leguna.
.Vit bygdu kavablakskastimaskinurnar úr raftum. Tær vóru eitt sindur farligar. Olivia fekk eina raftu í høvdið og tann eina maskinan koppaði. Men tá ið vit høvdu fortoyað hana við einum hæli gekst betur. Vit skutu kapp fyri at vita hvør bar longst. Eftir 2 skotum brotnaði tann hjá Falki, so Másin vann kappingina.
.So fingu vit kakao. Tað var lekkurt at fáa heitt at drekka úti, tí tað var frost og kavi. Aftaná gingu vit ein túr fyrst eftir vegnum, men so eisini gjøgnum fjøruna. Tað var stuttligt at síggja hvussu kavin lá heilt oman til sjógvin.
.Tá ið vit komu niðanaftur fóru nøkur at gera døgurða og hini fjasaðu eina løtu. Døgurðin var lekkur (spagetti, kjøtsós, gularøtur og agurk). Nøkur ruddaðu.
.So samlaðust vit aftur og fingu at vita hvør støðan var. Vit høvdu nú ein tíma til at gera uppgávurnar lidnar og øll fóru til verka. Vit skuldu gera flaggið liðugt og øll skuldu hava patruljumerki.
.Kl 14 bleiv gjørt upp. Tað var spennandi hvør hevði klárað seg best. Tá ið av tornaði var eitt stig á muni, Falkur hevði rópt patruljurópið harðari enn Másin, annars skiftust patruljurnar um at vera best.
.So fóru vit at pakka og rudda, tey flestu fóru út at spæla, meðan nøkur vóru eftir inni fyri at støvsúka og vaska tað síðsta. Og kl 15 komu foreldrini eftir skótunum og legan var liðug.
.Teir flestu skótarnir sovnaðu í bilinum á veg heim...

Falkur (áðrenn katapulturin brotnaði)

Knúkur í fjøruni

tirsdag den 16. november 2010

Lega 26-27 nov á Selatrað

Vit fara útferð til Skótadepilin á Selatrað fríggjakvøldið 26. nov 2010 og koma heim aftur leygardagin 27. nov. Meðan vit eru burtur fara vit at arbeiða við uppgávum úr 2. flokks og 1. flokks royndunum, alt eftir hvat vit fáa stundir til.
.Vit møta fríggjakvøldið kl 19.30 á Selatrað og børnini kunnu avheintast leygardagin 27. nov kl 15, tá vit enda við einum tiltaki fyri børn og foreldur. Legan endar umleið kl 16.
.Viðføri: Soviposi, liggiundirlag, 1 sett av skiftiklæðum (ikki meira), tannbust og eitt lítið handklæð, regnklæði, húgvu og vøttir, lummalykt við nýggjum battaríum, góð útiklæðir, gott skótoy.
.Verið í skóm, sum eru góðir at ganga í og latið tykkum í eftir veðrinum. Møtt verður í búna (um tit hava ein).
.Kostnaðurin er 200 kr til mat og innivist v.m., sum verður goldið fríggjakvøldið, tá ið tit koma.
.Sigið frá luttøku við at senda SMS har tað stendur "Skótalega" og tykkara navn til fartlf 212217.

Skótafundur 15 nov 2010

Til skótafundin 15. nov vóru vit Olivia, Anna, Magnus, Niklas, Hans, Ólavur, Ebba, Maria, Ari og Beinir.

.Vit byrjaðu sum vanligt við at syngja skótasangin, sum vit nú næstan duga uttanat. Tey, sum vóru liðug at selja jólakalendararnar lótu peningin inn. Onkur manglar enn at selja nakrar.
.Í kvøld blivu vit fyrst býtt sundur í 4 smáar bólkar.
.Vit lærdu okkum síðani eitt sindur meira av sanginum frá seinast.
.So fóru vit í holt við reipkast. Fyrst snakkaðu vit eitt sindur um hví tað kann vera hant at duga at kasta eitt reip. Sìðani fór helvtin av okkum út at venja og hin helvtin vandi inni. Aftaná eina løtu skiftu  vit um.
.Aftaná fóru vit øll út at renna kapp við samanbundnu einum. Vit løgdu teir smáu bólkarnar saman, so vit vóru tveir bólkar við 5 í hvørjum. Síðani runna vit kapp; tað er ikki so lætt, men tá ið vit høvdu vænt tað nakrar ferðir gekst betur.
.Til seinast settu vit 4 benkur saman og settu okkum at snakka um leguna, sum vit skulu á seinast í november. Vit skulu til Selatrað. Tað verður spennandi.
.Vit endaðu sum vanligt við skótabønini.

tirsdag den 9. november 2010

Skótafundur 9. nov 2010

Til skótafundin 9. nov vóru vit Olivia, Anna, Magnus, Niklas, Rógvi, Daniel og Rói, sum øll vóru seinast; men í  kvøld vóru fleiri afturat: Hans, Ólavur, Rebekka, Ebba, Maria, Ari, Marius, Beinir og Katrin Paulina. Og so høvdu vit eina løtu vitjan av Asbjørn, Brynhild og Dánjal, sum hildu tað vera øgiliga stuttligt at sleppa við til skótafund, sjálvt um tey ikki hava aldur til at vera skótar.

.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin, sum vit nú duga betur. Tey, sum hava verið skótar fyrr, duga hann sjálvandi.
.Eftir sum tað vóru fleiri nýggj í kvøld, spældu vit navnaspælið eina løtu. So blivu vit býtt sundur í tríggjar bólkar.
.Veðrið var av tí allar besta, so vit fóru út at spæla eitt spæl, har vit skuldu skiftast til at renna fram eftir ymsum lutum, sum vit so skuldu býta út millum hini í bólkinum, savna saman aftur, og renna yvir aftur við. Tað var nokso hugnaligt uttanfyri, leiðararnir høvdu tendrað tveir kyndlar, sum brendu meðan vit spældu.
.Tá ið vit komu inn aftur hoyrdu vit eina søgu um ein drong sum kallaðist Kim, og hvussu hann lærdi seg at minnast við at spæla Kim-spæl. Hygg til dømis her ella her og síggj meira um søguna hjá kimspæli.
.Vit royndu fleiri umfør við 10, 20 og 30 lutum. Vit hugdu eina stutta løtu at lutunum, og skuldu so skriva teir lutirnar niður, sum vit mintust, í eina eitt sindur longri løtu. Tað var eitt sindur strævið til vit funnu út av at avtala hvør skuldi minnast hvat; tá varð tað ikki so nógv at minnast í part.
.So lærdu vit at syngja ein lítlan sang og so var tíð at enda kvøldið.
.Tey, sum ikki vóru við seinast, fingu eitt innlimingarblað, sum skal avleverast næstu ferð.
.Tá ið vit høvdu endað við skótabønini, fingu vit 10 jólakalendarar í part, sum vit skulu selja til næstu ferð.

tirsdag den 2. november 2010

Skótafundur 2. nov 2011

Til byrjunarfundin 2. nov vóru vit Olivia, Anna, Magnus, Niklas, Rógvi, Daniel og Rói.

.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin sum vit ikki dugdu enn.
.Síðani skuldu vit royna at finna útav hvussu loysunarorðið var fyri at sleppa yvir um eina brúgv til eina gamla borg. So sungu vit ein sang.
.Aftaná lærdu vit at binda stavnabregd. Knútin brúktu vit tá ið vit surraðu ein trýkant saman av stavum. Niklas og teir vildu sjálvandi beinanvegin byggja eitt tjald við trýkantunum.
.Til endans spældu vit ymiskt spøl: runnu kapp við gullstóli, fangaðu halar og Ka skiftir ham.
.Í kvøld vóru vit bert 7 skótar, men tey vistu um fleiri, sum fóru at koma næstu ferð.
.Til seinast fingu vit eitt innlimingarblað, sum vit skulu hava við næstu ferð og endaðu við skótabønini.

mandag den 1. november 2010

Tilfar til fundirnar

Á skótafundunum arbeiða vit við
. skótaroyndini, sum er at finna her
. II. floksroyndini, sum er at finna her

Á hvørjum fundi royna vit at
. læra nakað nýtt
. royna okkurt gamalt
. syngja
. spæla
. fara út

Málið er at nýggju skótarnir taka skótaroyndina áðrenn árið er úti, og at teir royndu skótarnir eru komnir á mál við II floksroyndini í januar 2011.

Búnin og uppmøting

Fundur er hvørt týskvøld kl 17-18.30

Um tú ikki fært møtt, skal tú siga frá til leiðararnar.

Á fundinum verður møtt í búna við turriklæð. Við til búnan hoyrir eisini: slíðraknívur, knútaband, blýantur, notisbók og skótaálmanakki. Myrku tíðina er eisini gott við einum endurskinsbandi um ein arm ella ella um eitt bein. Ein lítil lummalykt, sum passar í lumman (!) kann vera hent.

Útiliv hoyrir við til skótafundirnar, so tú mást vera ílatin til at kunna fara út, hóast veðrið ikki er tað besta.

Tað er ikki so lætt at fáa hendur á nýggjum búnum fyri tiðina, men kanska tað ber til at fáa ein brúktan frá onkrum, sum hevur verið skóti.

Dagbókin

Í dagbókina verður skrivað við hesum yvirskriftum:
. dato, tá ið fundurin var
. navn, á teimum, sum vóru møtt
. vit gjørdu hetta...
. patruljunavn og navn á tí sum skrivaði