tirsdag den 28. december 2010

Byrja aftur 4. januar 2011

Skótarnir byrja aftur 4. januar. Fundirnir vera sum vænt frá kl 17.00 til 18.30.

onsdag den 8. december 2010

Skráin heystið 2010

Skráin í heyst var hendan
 
november 2010
tý 2 byrjunarfundur
tý 9 reipkast og kimspæl
tý 16 kimspæl og knútar
tý 23 knútar og fyrstahjálp
fr 26-ley 27 lega á Selatrað
tý 30 minifundur (heystkapping flutt tí nógv vóru burtur)

december 2010
tý 7 vetrarkapping (jólahugni avlýstur; vit fara at hugna okkum aftaná nýggjár)
(tý 14 jólafundur) avlýstur, tí tað er jólahald í skúlanum hendan dagin

Skótafundur 7. dec 2010 - heystkapping gjørdist vetrarkapping

Til skótafundin 7. dec vóru vit úr Másanum: PF Olivia, PH Beinir umframt Daniel og Anna. Úr Falki vóru vit PF Magnus umframt Rói, Niklas, Ebba, Katrin Poulina og Maria.
.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin.
.Hetta kvøldið snúði seg um eina vetrarkapping. Vetrarkappingin var ein postarenning við 9 postum. Vit fingu eitt kort har postarnir voru merktir. Teir lógu allir ymsa staðni runt í bygdini.
.Á hvørjum posti var ein uppgáva, sum vit skuldu loysa og vísa fyri leiðarunum. Uppgávurnar vóru úr skótaroyndini og onkur úr 2. flokksroyndini.
.Vit skuldu vera aftur í seinasta lagi kl 18, og so skuldu vit loysa uppgávurnar. Vit bundu knútar og greiddu frá fyrstuhjálp, bygdu kavamann og vístu skótaheilsanina og róptu patruljurópið.
.Postarnir vóru ikki so ringir at finna, men tað var nokso spennandi at renna í kavanum og vita um vit funnu postin. Tá ið vit komu fyrst til ein post, var ikki so nogv at miða seg eftir; men tá ið vit komu næst til ein post, var bara at fylgja fótasporunum!
.So hvørt sum uppgávurnar blivu loystar, blivu stig skrivaði uppá talvuna. Tað var spennandi at síggja hvussu tað gekst. Tað endaði við, at Másin hevið 21 stig, meðan Falkur hevið eitt stig meira og endaði við 22 stigum.
.Vit endaðu sum vanligt við skótabønini. Hetta var seinasti fundur fyri jól. Skótarnir byrja aftur tann 4. januar 2011.

onsdag den 1. december 2010

Skótafundur 30. nov 2010

Til skótafundin 30. nov vóru vit Olivia, Rebekka, Daniel og Magnus, Ari, Ebba og Niklas

.Vit byrjaðu við at syngja skótasangin. Vit vóru ikki so nógv, tí fleiri skuldu syngja og ymiskt sum forðaði teimum í at vera við til skótafundin.
.Vit skulu hava heystkapping, men av tí at vit vóru so fá, bleiv heystkappingin útsett til næstu ferð.
.So máttu leiðararnir í ein fart finna uppá okkurt annað.
.Fyrst skuldu vit royna hvussu tað er einki at síggja. Másin lænti ein skóta frá Falki, so vit vóru 3 skótar í hvørjum bólki. Ein skóti fekk bind fyri eyguni og so skuldi PF siga honum hvussu hann skuldi ganga, meðan hann gekk gjøgnum salin og skuldi taka ein lut upp av gólvinum. Tað var slett ikki so nemt at skula ganga eftir orðum og finna veg. Og tað var heldur ikki nemt at geva boð um hvussu skuldi gangast, tí tað nyttaði til dømis ikki at peika. Tá ið øll høvdu prøvað fóru vit út.

Daniel sær einki
.Vit skuldu byggja ein kavamann, sum var 70cm høgur. Vit rullaðu og rullaðu fyri at gera kavabóltar. Onkur fór eftir einari spann at fylla kava í, so bar til at gera størri klumpar í einum. Tað var lekkurt at vera úti í kavanum meðan stjørnurnar glitraðu omanfyri og ljósini speglaðust í sjónum.
.Tá ið kavamenninir vóru lidnir, skuldu teir dømast. Tann hjá Falki var sterkur og stinnur, meðan tann hjá Másanum var meira "kunstneriskur". Tá ið av tornaði fingu báðir líka nógv stig.

Kavamaður hjá Falki

Kavamaður hjá Másanum
.Vit endaðu sum vanligt við skótabønini

Patruljur og uppgávan hjá PF og PH

Skótaliðið Knúkur er skipað í tvær patruljur.

1. Patrulja Másin
hevur reyðan lit. Patruljuførari er Olivia, patruljuhjálpari er Beinir. Hini í patruljuni eru Daniel, Rebekka, Anna, Ólavur og Rógvi.

2. Patrulja Falkur
hevur bláan lit. Patruljuførari er Magnus, patruljuhjálpari er Ari. Hini í patruljuni eru Rói, Niklas, Ebba, Katrin Poulina og Maria.

Patruljuførarin hevur til uppgávu at ganga undan tá ið farast skal í holt við at loysa eina uppgávu. Patruljuhjálparin hevur til uppgávu at stuðla patruljuføraranum. Um patruljan verður býtt í tvey, fyri at arbeiða við onkrum uppgávum, so er tað patruljuhjálparin, sum tekur sær av øðrum bólkinum.
.Tað er um ráðandi, at patruljuførarin og patruljuhjálparin eru fólkaligir og demokratiskir, tá ið teir skulu seta hini i gongd. Og tað er umráðandi, at hini i patruljuni taka undir við patruljuføraranum. At fáa patruljuna at arbeiða, sum ein eind, er ein uppgáva fyri øll í patruljuni!