mandag den 23. januar 2012

Patruljutema, Lega x 4

Patruljutema Lega x 4 merkir, at vit á 4 fylgjandi fundum arbeiða uppá skift við 4 ymiskum evnum, soleiðis at tá ið 4 fundir eru farnir, hava allar 4 patruljur verið gjøgnum øll evnini. 


Evnini eru:


1. Rullu til køksgreiðir,
2. Innkeypslisti og kostnaður,
3. Leguarbeiðir,
4. Tjaldreising

Patruljutema "Lega"

Vit fara komandi fundirnar at arbeiða við einum patruljutema, sum er "Lega". Fyri at klára temaið, skulu skótarnir lúka hesi krøv (eftir hugskoti frá norsku skótunum):



Patruljutema "Lega"

Útgerð:
1. vís at patruljan kann seta upp og taka niður eitt tjald og hava ábyrgdina av at viðlíkahalda tjaldið
2. gera tvey av hesum, áðrenn luttikið verður í eini legu:
a. gera tvey leguarbeiði
b. gera ein patruljukassa
c. gera lista við hvat skal vera í patruljukassanum til eina legu, sum er í fleiri dagar
d. seyma posar til skaffigreiður, soviposan e.t.
3. Gjøgnumganga útgerðina í patruljukassanum. Syrgja fyri at øll útgerðin er uppá pláss
Matgerð á leguni (intendantur):
4. gera matætlan og keypa inn til eina legu, sum er í 3 dagar
5. gera ætlan fyri peningin til eina legu, sum er í 3 dagar (matur, flutningur, tilfar o.a.) og gera roknskap eftir leguna
6. luttaka í eini legu, sum er í 3 dagar